Um spekt

Um SPEKT

SPEKT er eitt løggilt grannskoðanarvirki, sum umframt at grannskoða veitir tænastur so sum skatt, bókhald, MVG, roknskap, XBRL, KT-grannskoðan, vinnuráðgeving v.m. Kundaskarin er breiður og fevnir um bæði persónar, vinnuvirki, landsstovnar og kommunur.

Vit miðja eftir at finna haldgóðar loysnir, sum byggja á trygt grundarlag.

SPEKT hevur ein starvsfólkahóp við breiðum arbeiðsroyndum. Starvsfólkini hjá SPEKT dagføra støðugt sína fakligu vitan, og tískil kunnu vit bjóða kundum okkara eina dygdargóða grannskoðan og framhyggjandi ráðgeving.

Virksemi felagsins byrjaði í 1975 undir navninum Grannskoðarastovan Pauli Ellefsen. Síðani 1981 er virksemið rikið í partafelagsformi, frá 1998 til 2004 undir navninum KPMG statsaut. revisorar Sp/f. Í 2005 varð navnið broytt til SPEKT.