Tænastur

Roknskapur

Hjá leiðsluni í nógvum fyritøkum er roknskapurin eitt tað mest týðandi amboðið  í dagligu stýringini av felagnum, tí roknskapartølini vísa fíggjarligu gongdina.

Hjá SPEKT kanst tú fáa hjálp við at seta roknskapin upp eins og vit kunnu hjálpa tær at greina tølini, soleiðis at leiðslan hevur eitt betri grundarlag at taka støðu útfrá.

SPEKT hevur eina skipan til innlating av talgiltum roknskaparupplýsingum til TAKS og Skráseting Føroya.  SPEKT kann sostatt hjálpa tær at greiða viðurskiftini hjá felagnum yvir fyri myndugleikunum.