Tænastur

KT-grannskoðan

SPEKT veitir tænastur innan KT-grannskoðan. KT-trygd gerst eitt alsamt størri fokusøki, og tá ið roknskapurin ofta í avgerandi mun byggir á KT-skipanir, er neyðugt, at trygdin og eftirlitið kring KT-nýtsluna er nøktandi. KT-grannskoðanin kannar trygdina og eftirlitið í KT-nýtsluni. KT-grannskoðanin kann eisini vera ein háttur hjá leiðsluni at fáa eftirkannað, um KT-viðurskiftini eru í samsvar við tað, sum stungið er út í kortið í politikkum og leiðreglum.

Nógvar fyritøkur gera sær dælt av útveiting av KT-tænastum so sum hýsing av KT-útgerð og umsiting ella menning av serskipanum. Veitarar av tílíkum KT-tænastum, ið hava týdning fyri roknskapin hjá kundum, hava ofta tørv á at fáa grannskoðanarváttan um, at trygdin í KT-tænastunum er í lagi. SPEKT veitir slíkar grannskoðanarváttanir.

Fyritøkur, ið skráseta upplýsingar um privatpersónar, hava ávís lógarkrøv at liva upp til. SPEKT veitir trygdarskoðan og ráðgeving um, hvussu hesi krøv verða fylgd.

Umframt hesar tænastur veitir SPEKT ráðgeving um KT-trygd og góða KT-siðvenju sum heild.